{"id":61,"date":"2017-02-27T16:06:34","date_gmt":"2017-02-27T16:06:34","guid":{"rendered":"http:\/\/jhs.fo\/?page_id=61"},"modified":"2018-09-14T13:36:23","modified_gmt":"2018-09-14T13:36:23","slug":"urslitagodir-leidslubolkar-nyggj-nordurlendsk-leidslugransking","status":"publish","type":"page","link":"https:\/\/www.jhs.fo\/?page_id=61","title":{"rendered":"\u00darslitag\u00f3\u00f0ir lei\u00f0slub\u00f3lkar"},"content":{"rendered":"<h3><strong>N\u00fdggj nor\u00f0urlendsk lei\u00f0slugransking<\/strong><\/h3>\n<p><strong>Lei\u00f0slub\u00f3lkar enda alt ov ofta \u00ed einum sk\u00fdmaskoti ella sum ein for\u00f0ing fyri menning \u00ed organisati\u00f3num, og ikki sum ein orkudepil ella dynamo, sum \u00e6tlanin var og \u00e1tti at veri\u00f0. Ta\u00f0 kemur fram \u00ed n\u00fdggjari nor\u00f0urlendskari gransking um \u00farslitag\u00f3\u00f0ar lei\u00f0slub\u00f3lkar. Kanningin v\u00edsir \u00e1, at ringast stendur til \u00ed ovastu lei\u00f0slub\u00f3lkum, lei\u00f0ararnir meta at heilt upp m\u00f3ti helminginum av t\u00ed\u00f0ini, har lei\u00f0slub\u00f3lkurin er saman, kennist sum t\u00ed\u00f0arspilla og gagnleys.<\/strong><\/p>\n<p><em>Greinin er skriva vi\u00f0 \u00edbl\u00e1stri og t\u00fdddum brotum fr\u00e1 greinini \u201cS\u00e5dan bliver din ledergruppe effektiv\u201d, eftir journalist Annemette Schultz J\u00f8rgensen \u00ed \u201cLedelseidag.dk nr. 4, april 2015\u201d.<\/em><\/p>\n<p>Lei\u00f0slub\u00f3lkar gerast \u00e1haldandi meiri avgerandi, t\u00e1 i\u00f0 organisati\u00f3nir skulu skapa samanhang og effektivitet. Heili \u00e1tta av t\u00edggju donskum fyrit\u00f8kum n\u00fdta lei\u00f0slub\u00f3lkar til at samskipa ta\u00f0 veksandi tali\u00f0 av tv\u00f8rgangandi arbei\u00f0suppg\u00e1vum og tilgongdum, sum ey\u00f0kenna smidlig og torgreidd arbei\u00f0spl\u00e1ss, og ta\u00f0 er ta\u00f0 ein g\u00f3\u00f0 ors\u00f8k til. Kanningin v\u00edsir, at ta\u00f0 er beinlei\u00f0is samanhangur millum arbei\u00f0slagi\u00f0 og virkisf\u00f8ri \u00ed lei\u00f0slub\u00f3lkunum og \u00farsliti\u00f0 \u00ed organisati\u00f3nunum. Men ta\u00f0 er alt ov sj\u00e1ldan at arbei\u00f0slagi\u00f0 og virkisf\u00f8ri virka v\u00e6l v\u00edsir kanningin.<\/p>\n<p>Samb\u00e6rt n\u00fdggju nor\u00f0urlendsku granskingarverk\u00e6tlanini, uppliva lei\u00f0arar sj\u00e1lvir, at 30 % av teirra t\u00ed\u00f0 \u00ed lei\u00f0slub\u00f3lkinum er beinlei\u00f0is t\u00ed\u00f0arspilla. Ringast er hj\u00e1 ovastu lei\u00f0slub\u00f3lkum, ovastu lei\u00f0arar meta, at helvtin av t\u00ed\u00f0ini, sum ver\u00f0ur br\u00fakt til lei\u00f0slufundarvirksemi, er beinlei\u00f0is \u00fart\u00f8kul\u00edtil og at l\u00edti\u00f0 og onki f\u00e6st burtur\u00far.<\/p>\n<p>Lei\u00f0slub\u00f3lkar liva langt burtur fr\u00e1 upp til v\u00e6ntanirnar og potentiali\u00f0. Teir eru merktir av \u00f3grei\u00f0um endam\u00e1lum, innanh\u00fdsis valdsstr\u00ed\u00f0i og v\u00e1naligum samstarvstilgongdum, og enda t\u00ed ofta sum ein for\u00f0ing fyri menning og framlei\u00f0slu heldur enn orkudepil fyri menningini \u00ed organisati\u00f3nini, sum \u00e6tlanin var. Og ta\u00f0 er ein trupulleiki, t\u00e1 i\u00f0 fleiri og fleiri arbei\u00f0stilgongdir og avbj\u00f3\u00f0ingar, sum ey\u00f0kenna dagsins fyrit\u00f8kur, bert kunna loysast \u00ed tv\u00f8rgangandi arbei\u00f0sb\u00f3lkum.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 eru Thorkil Molly-S\u00f8holm, studielektor \u00ed lei\u00f0slu \u00e1 Aalborg Universitet, AAU, s\u00e1larfr\u00f8\u00f0ingurin og lektorin Claus Elmholdt eisini fr\u00e1 AAU, lektor \u00e1 Oslo Universitet Henning Bang og norski serfr\u00f8\u00f0ingurin \u00ed lei\u00f0slub\u00f3lkamenning Thomas Midelfart, sum hava sta\u00f0i fyri granskingarverk\u00e6tlanini. Granskingarverk\u00e6tlanin er tann fyrsta av s\u00ednum slag \u00ed nor\u00f0urlondum, hon kastar lj\u00f3s \u00e1, hvat ta\u00f0 er, sum ger lei\u00f0slub\u00f3lkar \u00fart\u00f8kug\u00f3\u00f0ar og minni \u00fart\u00f8kug\u00f3\u00f0ar, og um ta\u00f0 er munur \u00e1 ymiskum lei\u00f0slu stigum (pipeline). Verk\u00e6tlanin er \u00fatkomin \u00ed b\u00f3k vi\u00f0 heitinum \u201d<em>Effektive ledergrupper<\/em>\u201d. Verk\u00e6tlanin samlar alla vitan fr\u00e1 altj\u00f3\u00f0a gransking seinastu 40 \u00e1rini umframt nor\u00f0urlendska gransking fr\u00e1 2012 um ovastu lei\u00f0slub\u00f3lkar. Framfer\u00f0arh\u00e1tturin hevur veri\u00f0 vi\u00f0 kvantitativum spurnabl\u00f8\u00f0um og kvalitativum interviewum millum 76 lei\u00f0slub\u00f3lkar \u00ed 17 almennum og privatum fyrit\u00f8kum. Granskingin kannar hvat ger lutfalsliga ovastu lei\u00f0slub\u00f3lkar, millumlei\u00f0slub\u00f3lkar og b\u00f3lkar \u00e1 framlei\u00f0slustigi \u00farslitag\u00f3\u00f0ar og minni \u00farslitag\u00f3\u00f0ar.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<h2>Lei\u00f0arar kenna seg hava mest \u00e1byrgd \u00e1 s\u00ednum \u00f8ki.<\/h2>\n<p>Samb\u00e6rt granskarunum er forst\u00e1ilsi fyri lei\u00f0slub\u00f3lkum so l\u00edti\u00f0, t\u00ed lei\u00f0ararnir \u00ed dag fyrst og fremst eru settir \u00ed lei\u00f0slust\u00f8rv, sum vara av \u00f8kjum vi\u00f0 \u00e1byrgd fyri einum b\u00f3lki av starvsf\u00f3lkum, hesi ver\u00f0a teir eisini mettir upp \u00edm\u00f3ti. Ikki fyrr enn \u00ed a\u00f0ru atl\u00f8gu ver\u00f0a teir av s\u00e6r sj\u00e1lvum partar av einum lei\u00f0slub\u00f3lki.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 merkir, at lei\u00f0arar uppliva, at teirra h\u00f8vu\u00f0sleikv\u00f8llur og sta\u00f0i\u00f0, har teir fyrst og fremst skulu framlei\u00f0a, liggur eitt anna\u00f0 sta\u00f0 enn \u00ed lei\u00f0slub\u00f3lkinum. Hettar kemur fram vi\u00f0, at flestu lei\u00f0ararnir bert hava eina veika kensla av, hvat ta\u00f0 eru fyri \u00farslit teir \u00ed roynd og veru skulu veita, har teir skulu br\u00faka lei\u00f0slub\u00f3lkin. Og t\u00e1 i\u00f0 teir tosa saman um ta\u00f0, eru teir ofta innanh\u00fdsis \u00f3samdir um hvat endam\u00e1li\u00f0 er vi\u00f0 at m\u00f8tast.<\/p>\n<p>Lei\u00f0arar venja ofta n\u00f3gvar a\u00f0rar arbei\u00f0st\u00e6ttir so sum strategi, f\u00edgging og at loysa \u00f3semjur, men ikki at virka og framlei\u00f0a \u00farslit \u00edgj\u00f8gnum ein lei\u00f0slub\u00f3lk. T\u00ed kunnu 99,9 % av lei\u00f0arunum \u00ed dag \u00ed roynd og veru ikki seta or\u00f0 \u00e1, hv\u00f8rji \u00farslit ein organisati\u00f3n t\u00f8rvar, at limirnir \u00ed lei\u00f0slub\u00f3lkurin veita saman, sigur granskarin.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<h2>Ovastu lei\u00f0slub\u00f3lkar eru teir minst \u00fart\u00f8kug\u00f3\u00f0u<\/h2>\n<p>Eitt av teimum undrunarsomu \u00farslitunum fr\u00e1 kanningini er, at ta\u00f0 er ein skipa\u00f0ur munur \u00e1, hvussu \u00faslitag\u00f3\u00f0ir lei\u00f0slub\u00f3lkar eru \u00e1 ymiskum lei\u00f0slustigum. Og at meginreglan er, at lei\u00f0slub\u00f3lkar gerast minni og minni \u00farslitag\u00f3\u00f0ir j\u00fa longi uppi \u00ed organisati\u00f3nini teir eru. \u00cd nor\u00f0urlendskari gransking fr\u00e1 2012 kom fram, at ovastu lei\u00f0arar meta at upp m\u00f3ti 40 % av t\u00ed\u00f0ini, teir eru samla\u00f0ir \u00ed lei\u00f0slub\u00f3lki, er beinlei\u00f0is t\u00ed\u00f0arspilla og sn\u00f8gt sagt \u00f3virkin.<\/p>\n<p>Vit kunnu mi\u00f0v\u00edst s\u00edggja, at ovastu lei\u00f0slub\u00f3lkar eru minst \u00farslitag\u00f3\u00f0ir, og at millumlei\u00f0slub\u00f3lkar eru n\u00e6stminst \u00farslitag\u00f3\u00f0ir, me\u00f0an lei\u00f0slub\u00f3lkar \u00e1 framlei\u00f0slustigi eru teir mest \u00farslitag\u00f3\u00f0u, sigur granskarin, og heldur \u00e1fram.<\/p>\n<p>Ein ors\u00f8k er, at pers\u00f3nprofilarnir hj\u00e1 lei\u00f0arum vanliga eru annarlei\u00f0is enn hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum. Serliga millum ovastu lei\u00f0arar. Har er ofta talan um sterkar alfahannar\/honir, sum gjarna vilja \u00e1virka, r\u00e1\u00f0a, og seta d\u00e1m \u00e1 og hava fylgisneytar. Ta\u00f0 merkir at ovastu lei\u00f0arar ikki eru serliga g\u00f3\u00f0ir b\u00f3lkasp\u00e6larar. Ta\u00f0 ger teirra samstarv trupult og ofta merkt av \u00f3semjum, politiskum dagsskr\u00e1um og innanh\u00fdsis valdsstr\u00ed\u00f0i, sigur hann.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<h2>St\u00f8rst sannl\u00edkindi fyri \u00f3semjum \u00ed ovastu lei\u00f0slub\u00f3lkum.<\/h2>\n<p>Ein onnur umr\u00e1\u00f0andi ors\u00f8k, til at ovastu lei\u00f0slub\u00f3lkar vanliga virka illa, er, at evnini, sum teir samstarva um, innihalda n\u00f3gv fleiri \u00f3semjum\u00f8guleikar, enn samstarvsevnir longri \u00fati \u00ed organisati\u00f3nini.<\/p>\n<p>Uppg\u00e1van hj\u00e1 ovastu lei\u00f0slub\u00f3lkum er at skapa og all\u00fdsa eina breyt, har \u00f8ll hini kunnu virka \u00e1. Ta\u00f0 er \u00ed ovastu lei\u00f0slub\u00f3lkinum at rammurnar ver\u00f0a givnar og tilfeingi deilt, ta\u00f0 er altso her at avgerandi ra\u00f0festingarnar ver\u00f0a gj\u00f8rdar fyri alla organisati\u00f3nina. Ta\u00f0 merkir at \u00f3semjum\u00f8guleikarnir millum ovastu lei\u00f0ararnir eru n\u00f3gv fleiri og st\u00f8rri enn hj\u00e1 eitt n\u00fa lei\u00f0arum \u00e1 framlei\u00f0slustigi, sum eru \u00ed maskinr\u00faminum, har uppg\u00e1vurnar eru grei\u00f0ari og \u00f3semjustigi\u00f0 l\u00e6gri. \u00cd maskinr\u00faminum er ikki talan um tv\u00f8rfakliga lei\u00f0slu \u00e1 sama stigi, sum \u00ed ovastu lei\u00f0slub\u00f3lkinum, ta\u00f0 ger samstarvi\u00f0 einfaldari og \u00f3semjustigi\u00f0 l\u00e6gri. Hesin munurin er avgerandi fyri, at ovastu lei\u00f0slub\u00f3lkarnir oftani koma at for\u00f0a fyri tv\u00f8rgangandi \u00e6tlanum at gera organisati\u00f3nina virknari, sum fyrit\u00f8kur \u00ed dag eru meiri og meiri bundnar av.<\/p>\n<p><img loading=\"lazy\" class=\"alignnone size-full wp-image-62\" src=\"http:\/\/jhs.fo\/wp-content\/uploads\/2017\/02\/Effect-model.jpg\" alt=\"Effect-model til \u00farslitag\u00f3\u00f0ar lei\u00f0slub\u00f3lkar\" width=\"1481\" height=\"833\" srcset=\"https:\/\/www.jhs.fo\/wp-content\/uploads\/2017\/02\/Effect-model.jpg 1481w, https:\/\/www.jhs.fo\/wp-content\/uploads\/2017\/02\/Effect-model-300x169.jpg 300w, https:\/\/www.jhs.fo\/wp-content\/uploads\/2017\/02\/Effect-model-768x432.jpg 768w, https:\/\/www.jhs.fo\/wp-content\/uploads\/2017\/02\/Effect-model-1024x576.jpg 1024w\" sizes=\"(max-width: 1481px) 100vw, 1481px\" \/><\/p>\n<h2><\/h2>\n<h2><strong>Hvat kann betrast?<\/strong><\/h2>\n<p>1. Fyrsta treytin fyri \u00farslitag\u00f3\u00f0um lei\u00f0slub\u00f3lkasamstarvi er, at lei\u00f0slub\u00f3lkurin greitt kennir endam\u00e1li\u00f0 vi\u00f0 b\u00f3lkinum og hevur grei\u00f0ar og eint\u00fdddar uppg\u00e1vur.<\/p>\n<p>Uttan at vera samdir, so nevna lei\u00f0ararnir sj\u00e1lvir ymisk ting, sum teir meta eru lei\u00f0slub\u00f3lkauppg\u00e1vur, st\u00fdra verk\u00e6tlanum, vitanardeiling og kunning, \u00f3bindandi lei\u00f0slunetverk, me\u00f0an onnur meta, at lei\u00f0slub\u00f3lkurin er til fyri at taka bindandi og endaligar avger\u00f0ir.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<h3>2. Tali av limum skal vera h\u00f3skandi, ov n\u00f3gvir limir gera b\u00f3lkin \u00farslital\u00edtlan.<\/h3>\n<p>Hetta var eisini eitt av undranarverdu \u00farslitunum fr\u00e1 kanningini. Ors\u00f8kin er helst hon, at j\u00fa f\u00e6rri limir eru \u00ed b\u00f3lkinum, tess skj\u00f3tari og einfaldari er ta\u00f0 at seta seg inn \u00ed tilfar, bakgrund, kompetensur og umst\u00f8\u00f0ur hv\u00f8r hj\u00e1 \u00f8\u00f0rum.<\/p>\n<p>Ein annar t\u00e1ttur er, at lei\u00f0slub\u00f3lkar oftani eru manna\u00f0ir vi\u00f0 sterkum pers\u00f3nligheitsprofilum, og at ta\u00f0 t\u00ed gerst truplari at finna semjur, j\u00fa fleiri limirnir eru.<\/p>\n<p>Ein tri\u00f0i t\u00e1ttur er fyribrigdi \u201d<em>social loafing\u201d<\/em>. J\u00fa st\u00f8rri b\u00f3lkurin er, tess minni \u00e1virkan hevur hv\u00f8r einstakur, og tess minni gerst ognar- og \u00e1byrgdarkenslan hj\u00e1 einst\u00f8ku limunum. Her kunnu n\u00f8kur skj\u00f3tt koma at koyra fr\u00edhj\u00f3l, og lata onnur gera arbei\u00f0i\u00f0 fyri seg.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<h3>3. Lei\u00f0slan av b\u00f3lkinum m\u00e1 vera t\u00fd\u00f0ilig og samskiftisevnini mugu vera \u00e1 einum h\u00f8gum st\u00f8\u00f0i.<\/h3>\n<p>Eitt er at f\u00e1a fortreytirnar fyri g\u00f3\u00f0um samstarvi \u00ed r\u00e6ttlag, eitt anna\u00f0 er at f\u00e1a skilag\u00f3\u00f0ar samstarvstilgongdir.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 eru fleiri t\u00e6ttir sum serliga gera seg galdandi, ein er t\u00fd\u00f0iligt samskifti\u00f0, og ein annar er, at b\u00f3lkurin saman er f\u00f8rur fyri at skapa munag\u00f3\u00f0ar avger\u00f0artilgongdir og at taka avger\u00f0ir, me\u00f0an ein tri\u00f0i er, at b\u00f3lkurin evnar at gagnn\u00fdta ymisleikan og ymisku styrkirnar hj\u00e1 limunum.<\/p>\n<p>T\u00fd\u00f0ilig b\u00f3lkalei\u00f0sla er eisini ein t\u00fddningarmikil t\u00e1ttur. Her er ikki bert talan um at geva ordrar og at skera \u00ed gj\u00f8gnum. Men heldur umvent at lei\u00f0a samskifti\u00f0 \u00ed b\u00f3lkinum, og at tryggja gagnn\u00fdtsluna av ymisku komptensunum og vitanini hj\u00e1 \u00f8llum limunum, og at orkestrera hetta \u00e1 ein h\u00f3skandi h\u00e1tt.<\/p>\n<p>&nbsp;<\/p>\n<h2>Ste\u00f0gur til umhugsan av lei\u00f0slub\u00f3lkinum og lei\u00f0slub\u00f3lkaskipanini.<\/h2>\n<p><strong>Ta\u00f0, sum kundi ver\u00f0i hugsa um, er:<\/strong><\/p>\n<ol>\n<li>\n<h5>Hevur lei\u00f0slub\u00f3lkurin eina grei\u00f0a felags h\u00f8vu\u00f0suppg\u00e1vu at loysa saman?<\/h5>\n<\/li>\n<li>\n<h5>Er skapi\u00f0 \u00e1 lei\u00f0slub\u00f3lkinum ta\u00f0 r\u00e6tta, ella eigur ta\u00f0 at ver\u00f0a mentur ein \u00f8\u00f0rv\u00edsi lei\u00f0slustrukturur?<\/h5>\n<\/li>\n<li>\n<h5>Hevur lei\u00f0slub\u00f3lkurin ta\u00f0 r\u00f8ttu st\u00f8ddina og samansetingina av limum?<\/h5>\n<\/li>\n<li>\n<h5>Hevur lei\u00f0slub\u00f3lkurin n\u00f8ktandi sj\u00e1lvsinnlit og er grundarlagi fyri sunnum relati\u00f3num og avger\u00f0artilgongdum \u00e1 h\u00f3skandi stigi?<\/h5>\n<\/li>\n<li>\n<h5>Ver\u00f0ur lei\u00f0slub\u00f3lkurin br\u00faktur til ta\u00f0 r\u00e6tta, eitt n\u00fa at kn\u00fdta uppg\u00e1vurnar upp \u00e1 tv\u00f8rs av organisati\u00f3nini saman?<\/h5>\n<\/li>\n<li>\n<h5>Hevur lei\u00f0slub\u00f3lkurin t\u00e6r r\u00f8ttu umst\u00f8\u00f0urnar og tilfeingi\u00f0 at virka \u00ed og vi\u00f0?<\/h5>\n<\/li>\n<\/ol>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>N\u00fdggj nor\u00f0urlendsk lei\u00f0slugransking Lei\u00f0slub\u00f3lkar enda alt ov ofta \u00ed einum sk\u00fdmaskoti ella sum ein for\u00f0ing fyri menning \u00ed organisati\u00f3num, og ikki sum ein orkudepil ella dynamo, sum \u00e6tlanin var og &hellip;<\/p>\n","protected":false},"author":1,"featured_media":0,"parent":0,"menu_order":0,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","template":"","meta":[],"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/www.jhs.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/pages\/61"}],"collection":[{"href":"https:\/\/www.jhs.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/pages"}],"about":[{"href":"https:\/\/www.jhs.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/page"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.jhs.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/1"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/www.jhs.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=61"}],"version-history":[{"count":12,"href":"https:\/\/www.jhs.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/pages\/61\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":156,"href":"https:\/\/www.jhs.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/pages\/61\/revisions\/156"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/www.jhs.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=61"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}